Rógvarar í Tindi vunnið EM og DM heiðursmerkir

EM og DM kapping í innandura rógving var í Danmark um vikuskifti, og Sunneva Lamhauge Leo, Bjarni Skorastein og Emma Langgaard Nagurset úr róðrarfelagnum Tindi luttóku. Tey komu heim við ikki minni enn tveimum gull og tveimum silvur heiðursmerkjum, umframt at tey eisini fingu eitt fjórða pláss.

Í hesum sambandi var skipað fyri móttøku í Bovling í Leirvík í gjár fyri at heiðra ungu rógvarunum.

Vit eru ikki sørt errin av dugnaligu ungu rógvarunum og ynskja Sunnvu, Emmu og Bjarna hjartaliga tillukku!

Search by