Róðrarfólk á heiðursvitjan á borgini

Fyrr í ár var Føroyska landsliði í inniróðri úttikið til DM kapping í Danmark.

Lokala róðrarfelagið Tindur átti ikki færri enn 3 umboð á ungdómslandsliðinum, og komu hesi heim aftur við frálíkum úrslitum.

3 heiðursmerkið og flottar plaseringar varð samlaða úrtøkan hjá okkara lokalu, og er hetta tekin um, at róðrarfelagið í Eysturkommunu veruliga hevur sett merki í róðrarheimin hesi seinastu árini. Eitt nú við heiðrum á róðrargalla umframt at tað fyrsta gullheiðursmerkið til felagið kom farna summar.

Vár Fróðadóttir, Jónas Hansson og Andre Johannesen vóru við landsliðinum í Danmark og kappaðust í DM í inniróðri. Úrslitini hjá teimum góvu ábendingar um, at okkara ikki liggja nakað aftanfyri kappingarneytarnar, og tey kunnu metast ímillum tey sterkastu í kongaríkinum. Hetta er nakað, sum vit í Eysturkommunu eru stolt av at eiga ein lut í.

Felagsskapir eru uttan iva partur av hjartanum í Eysturkommunu og er Tindur eisini partur av hesum.

Borgarstjórin bjóðaði íðkarunum, venjara og nevnd til ein bita, og rósti teimum fyri flottu úrslitini. Eisini bleiv verkætlanin við einum nýggjum kappróðrarneystið umrødd.

Ein hugnalig løta, har íðkararnir og felagið fingu at vita týdningin, tey hava fyri økið og kommununa sum heild.

Enn einaferð, hjartaliga tillukku við úrslitunum. Og bestu eydnu í kappróðrarárinum, ið er á gáttuni.

Search by