Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu helt røðu um knapt 200 ára gamla bátin, Hvanngarðin, sum eftir langa útlegd í Norra er komin heimaftur til Føroya.
Á Báta- og Listasavninum í Leirvík, Kristi Himmalsferðardag, hin 29.mai 2025
Góðan dag øll somul, og hjartaliga vælkomin til hesa móttøku fyri Hvanngarði, Føroya elsta varðveitta róðrarbáti, tað vit vita um.
Tað er mær ein stór gleði og ein heiður sum forkvinna í Mentanarnevndini í Eysturkommunu at siga nøkur orð til hesa løtuna.
Eg minnist enn, hvussu vakran eg helt hann vera, tá eg sá hann við egnum eygum fyri góðum ári síðani og varisliga kundi nema hann.
Við sínum skapi og við sínum sjónliga sliti, so umboðar hann eitt stig í okkara mentan, søgu og samfelagi, sum tað vildi tikið fleiri tímar ella dagar at tosað um. Lívið hjá gentum og kvinnum, lívið hjá dreingjum og monnum. Siðvenjurnar, møguleikarnir og forðingarnar. Handverkið og hondarbeiðið, sangmentanin og kvæðamentanin. Upp í leypar og dillur av tilfari.
Men eygu okkara eru portur inn í tað innasta, har vit sansa og sannkenna, alt hetta kenda, sum okkara mentanararvur talar um inn í okkara tíð og framtíð. Og at koma tætt at Hvanngarði og sansa hann er stórt.
Hvanngarður talar um føroyskt bátasmíð, sum vit vita hevur havt ómissandi týdning fyri lív og menning í okkara landi. Súðubygdi báturin, tað bátasmíðið, sum føroyski báturin er ein partur av, er eisini vorðin viðurkendur sum týdningarmikil immateriellur mentanararvur hjá mannaættini ígjøgnum UNESCO.
…
Vit standa í dag í einum savni í Leirvík, sum byrjaði sum eftir eina byrjan sum listasavn síðani eisini gjørdist bátasavn her í Turkihúsinum hjá Klæmint-abba og Elias- abbabeiggja, sum er frá 1952, og sum brøðurnir Osmund og Elnar Justinussen keyptu til sítt fiskivinnuvirksemi í 1985.
Tað var framskygt og víst, tá Osmund og Jórun Justinussen í hesum hølum, sum fyritøkan tá húsaðist í, stovnaðu hetta savnið í ár 2000. Tað eru leirvíkingar sera fegnir um. Tað eru vit í allari Eysturkommun sera fegin um, og fyri Føroyar er hetta savnið eisini sera týdningarmikið. Bæði fyri fólkið til at stimbra vitan og fatan av okkara mentanar- og siðaarvi, men eisini fyri onnur, sum vitja okkum, eitt nú við vaksandi ferðavinnuni.
Her á savninum standa bátar, sum umboða útróður í Leirvík og hjá leirvíkingum á Eysturlandinum. Tað var á Vattarnesi, at leirvíkingar serliga róðu út. Vattarnes liggur ímillum Reyðafjørð og Fáskrúðsfjørð.
Allir bátarnir í hesum savninum, uttan báturin hjá Kobba (Jákup á Regni) eru um 100 ára gamlir: Reyparin (1929) og Grani (1916/17), Juni (1928), Hurricane (1924)
Bátarnir hjá báðum langabbum mínum í Leirvík, eru hesir báðir størru. Teir hava báðir verið yviri á Eysturlandinum, og hava hvør sína áhugaverdu søgu. Grani er yvir 100 ára gamal og Reyparin fyllir 100 ár um 4 ár. Allir bátarnir og hetta savnið tala á serstakan hátt til okkara um søguna í Leirvík. Men hon hevur líkheitir við søguna í øllum Føroyum og verður tí eitt mikrokosmos viðkomandi fyri øll.
Og hinumegin fjallið er stórur mentanararvur eisini varðveittur – ikki minst teir stóru bátarnir hjá gøtufólki:
Gøtu Tróndur, bygdur í Norðragøtu í 1907, ein seksæringur, lá oftast á Skipanesi og varð nýttur til havnaferðir og grindarakstur, t.d. í Sundalagnum. Sjálvur Hans Andrias Djurhuus, skald, bað gøtumenn selja sær Gøtu Trónd seint í 30’unum, so hann kundi fara á fornminnissavnið. Hagar kom hann eisini, á bátasavnið á Debesartrøð, í 1952 eftir seinasta kappróður hjá Gøtu Tróndi á ólavsøku tað árið. Tjóðsavnið hevur hann í varðveitslu.
Hin stóri báturin hjá gøtufólki, sum er varðveittur, er báturin, sum vit hugsavna okkum um í dag. Og sum er eitt tíggjumannafar, sum sambært Líggjasi bónda í Húsgarði í Syðrugøtu, hevur verið brúktur: “Sum farmabátur… til Havnaferðir, ta tíð, tá ið kgl. einahandilin var í Tórshavn og seinri eisini. Sum grindabátur varð hann nýttur til grindir Norðuri í Sundum. Annars varð hann nýttur til ferðabát av Skálafirði.”
Meiri um hann um eina løtu.
…
Av tí at vit hava eitt gott bátasavn her í Leirvík, so hava vit havt umstøður at virka fyri, at Hvanngarður kann koma heimaftur. Hetta er sera týdningarmikið at nevna í dag. Stýrið fyri savnið, dagligi leiðarin, fyrisitingin hjá Eysturkommunu og politiska skipanin í Eysturkommunu hava kunnað gjørt eitt arbeiði skjótt og væl, tí vit hava havt karmin, sum kravdist.
Alt hetta eigur at læra okkum, at vit eisini framyvir skulu arbeiða miðvíst við savnsøkinum í okkara landi og í okkara bygdum. Vit byggja á herðarnar á teimum, sum undan gingu, og vit gera einki einsamøll, men í einum samstarvi ímillum okkum, sum nú eru uppi á døgum.
Og eg skal takka tykkum øllum, sum eru komin her í dag at fegnast um løtuna og tað, sum gjørdist møguligt.
…
Hvanngarður
Á vári í 2013 var Andrass F. Joensen, bátasmiður ættaður av Húsum, í Oslo fyri at síggja føroyska tíggjumannafarið, Hvanngarð, sum hann hevði hoyrt so nógv um, men enn ongantíð hevði sæð. Hann skrivar 15.mai, á halvarðsøku sama ár, greiða frásøgn um ferðina, har hann hevur uppmált bátin væl og virðiliga eins og alla útgerðina, eitt nú árar, segl, róður, róðurarm o.a.
Hvanngarður stóð tá á goymslu í Horten, sunnanfyri Oslo.
Í oktober í 2018 fóru serliga áhugað gøtufólk yvir til Oslo at síggja Hvanngarð, tí áhugin fyri at gera okkurt við málið, var vaksandi. Í ferðalagnum vóru Tummas Thomsen og Jákup Jacobsen, sáli, kona Jákup, Lena Jacobsen, Dávið Jacobsen og Ingvør Dalbø Mikkelsen. Men við á ferðini vóru eisini bátasmiðurin Andrass F. Joensen og kona hansara Eyðna. Tá var Hvanngarður komin á eina goymslu í Oslo, kallað Ekeberganlegget
Andrass Joensen má sigast at vera okkara heimligi serfrøðingur, tá um Hvanngarð ræður. Hann hevur dokumenterað hann væl, tá hann gjørdi allar tær nevndu uppmátingar, men hann hevur eisini skrivað frágreiðingar og gjørt tekningar, sum ætlandi skulu nýtast til at byggja ein nýggjan Hvanngarð.
Tá vit, ein lítil sendinevnd frá Eysturkommunu, í februar í fjør (2024) fóru yvir til Oslo at samskifta við Norsk Folkemuseum um møguleika at fáa Hvanngarð til Føroya og fyri at síggja hann, stóð hann inni í hesi nevndu stóru goymsluni inni í berginum á havnalagi í Oslo. Men vit fingu at vita, at hon tá ikki skuldi nýtast nógv longur, men fluttu tey allar lutirnar í nýbygdu goymslu sína, fyri umleið einum ári síðani.
Ta nýggju goymsluna sóu so umboðini fyri Báta- og listasavnið í Leirvík, umboð fyri Eysturkommunu og umboð fyri Varðan, tá tey fyri fáum vikum síðani saman við Andrassi vóru í Oslo fyri at fáa Hvanngarðin sendan til Føroya og heim til okkara.
Hendan søgan um savnsgoymslur vitnar um ein sera ambitiøsan savnspolitikk, og vit kunnu sum land fáa nógvan íblástur frá okkara frændum eystan hav, tá um savnsgoymslur ræður. Tí okkum føroyingum dámar væl at varðveita, og vit hava sum tjóð varðveitt mangt, sum onnur ikki hava varðveitt eins væl – bæði av lutum og siðaarvi. Og tá er neyðugt at seta sær høg mál viðvíkjandi umstøðunum, sum tilfarið skal varðveitast í.
…
Sum tit skilja, so hevur verið arbeitt miðvíst við málinum í eini 12-13 ár, men hesi seinastu tvey árini er veruligt dik komið á at fáa tað at bera til, at Hvanngarður kundi koma til Føroya. Og tað er eitt samstarv ímillum fleiri lyklapersónar, sum hava og hava havt brennandi áhuga fyri søgu og fornminnum, og sum vilja varðveittum fornminnum og tí staðnum, tey eru tilknýtt, væl, sum er orsøk til, at vit standa her í dag og kunnu fegnast um, at Føroya elsti varðveitti róðrarbátur er komin heimaftur.
Eg skal nevna Andrass F. Joensen, Tummas Thomsen, Jákup Jacobsen, sála, Dávið Jacobsen, umframt býráðið í Eysturkommunu, mínar starvsfelagar í Mentanarnevndini, okkara óføra skrivara í Mentanarnevndini, Astrid T. Johannesen, og ikki minst framfýsna borgarstjóran, Per Martin Gregersen. Harumframt skal eg takka stýrinum og leiðsluni fyri Báta- og Listasavnið her í Leirvík fyri konstruktivt samstarv um at fáa Hvanngarði eitt pláss á okkara góða lokala bátasavni í kommununi.
…
Men grundarlagið undir, at vit yvirhøvur hava hendan bátin til taks, er Bernhard Færøoyvik, sum virkaði fyri, at fáa Hvanngarð varðveittan í Noregi. Sum hann eisini kom at verða, takkað verið visjoneru fakfólkunum á Norsk Folkemuseum, sum síðani í 1939 hava gjørt alt sítt besta fyri Hvanngarð. Og tað er ein stór gleði, at vit hava Camillu Nordeng, konservator, við okkum her í dag. Tí góðviljin hjá núverandi starvsfólkunum á Norsk Folkemuseum, hevur ein avgerandi leiklut í at skapa slíkar møguleikar, sum vit her eru vitni til.
Av hjartet takk, Camilla, for at dere har passa så godt på Hvanngarð, takk for godt samarbeid og takk for at du kom hit med båten!
…
Poul Haraldsen, Poul í Tarti í Oyndarfirði, smíðaði Hvanngarð.
Nevndi Bernhard Færøyvik, sum livdi frá 1886-1950, var yvirlærari í Bergen, og bað í 1938 um at sleppa at keypa Hvanngarð til Norsk Folkemuseum í Oslo. Tí hann var vorðin so sera áhugaður í at varðveita ymisku norsku og síðani norðurlendsku bátarnar, eftir at teir ein eftir ein vórðu útskiftir við motorbátar og ymisk nýggj før. Hansara kanningar, innsavningar, uppmátingar, greinar og alt hansara granskingararbeiði eru grundarlag undir nógvari vitan um norðurlendsku bátarnar í dag.
Bernhard Færøyvik kom sjálvur til Føroya tað summarið í 1938 og hevði ein fyrilestur í Sjónleikarhúsinum á ólavsøku.
Tað varð eftirlíkað í Syðrugøtu – í teimum 15 húsunum, at Hvanngarður kundi verða seldur til Noregs, og báturin fór úr Føroyum fyrst í juni í 1939. Onkrar frásagnir hava sagt, at Hvanngarður er bygdur umleið 1834.
Líggjas Bóndi í Syðrugøtu skrivaði eina frágreiðing um hendingina, tá báturin varð sendur til Noregs, og sum er prentað í tíðarritinum Varðin í 1939. Her sæst, hvussu vit í dag kunnu tíðarfesta nær umleið Hvanngarður varð bygdur.
Líggjas bóndi skrivar: “Tummas har niðri (Thomas Petersen í Syðrugøtu) var við suðuri í Dali í Sandoy eftir eikini, tá ið hann var reiðuliga tilgingin (konfirmeraður), og hann var føddur áðrenn 1820.” Og Líggjas bóndi sigur eisini í frágreiðingini í 1939, at báturin er meira enn 100 ára gamal.
Í dag kunnu vit út frá m.a. kikjubókini staðfesta, at hesin Tummas, sum hann sipar til, varð doyptur 9. juli í 1815 og varð fermdur, tilgingin, konfirmeraður hin 9.mai í 1830. Okkara serfrøðingur, bátasmiðjurin Andrass F. Joensen, metir, at Hvanngarður kann hava verið liðugt bygdur hetta sama ár, mett frá, hvat tilfarið var, og hvussu langa tíð ein brúkti at byggja slíkan bát, altso í 1830. Men um orðingin hjá Líggjasi bónda, ‘reiðiliga tilgingin’, skal dragast eitt sindur út frá fermingini hjá “Tummasi har niðri”, so er báturin kanska bygdur í 1831 ella helst í seinasta lagi í 1832.
Út frá øllum hesum kunnu vit staðfesta, at Hvanngarður er ímillum 193 og 195 ára gamal, og at hann hevur verið í útlegd í Noregi í 86 ár.
Vit markera í dag eina týdningarmikla hending. Men hon kann ikki standa einsamøll, tað er alneyðugt, at vit halda fram at varðveita søguliga tíggjumannafarið væl – her saman við sínum brøðrum: áttamannafari, seksmannafari og fýramannaførum hjá leirvíkingum. Og vit mugu seta okkum nýggj og stór mál fyri mentanararvin, bæði lokalt og hjá landinum.
Navnið á søguliga tíggjumannafarinum er poetiskt og hjálpir okkum á leið. Líggjas bóndi skrivar í 1939: “Tann báturin, sum nú fer til Noregs, var farmabátur og grindabátur hjá Syðrugøtumonnum. Hann stóð undir Gøtueiði norður vert Skipanes við Skálafjørðin. Navnið “Hvanngarður” mann hann hava fingið av tí, at ein garður var gjørdur rundan um neystið, so stórdýr ikki skuldu koma upp á tað – tað stóð úti í haganum.”
Hesin garður, har hvannir munnu hava vaksið (Angelica), kunnu myndaliga tala um, hvussu vit skulu byggja blómandi garð um okkara mentan, okkara samleika og okkara arv, so at einki stórt uttanifrá skal trýsta tað niður ella køva tað, men at myndaligar hvannir og aðrar blómur við kunnu vaksa rundan um okkara mentan og samleika og úr okkara varðveittu dýrgripum.
Takk, øll somul, sum hava virkað fyri at varðveita okkara mentanararv og fingið okkum Hvanngarð higar. Takk fyri, at tit lýddu á.