Reglugerð fyri flogfenaðhald

Eysturkommuna hevur á býráðsfundi tann 25. november 2021, samtykt reglugerð fyri flogfenað. Endamálið við reglugerðini er at tryggja, at flogfenaðhaldið ikki elvir til ampa fyri grannar og onnur. Umhvørvisstovan góðkendi reglugerðina tann 30. mars 2022.

Reglugerðin verður sett í gildi við heimild í §§ 23, 26 og 32 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur við seinni broytingum. Reglugerðin er tøk á kommunuskrivstovuni og kann eisini lesast við at trýsta her!

Í hesum sambandi hevur Eysturkommuna eisini framleitt ein faldara, ið gevur borgarunum nærri kunning og vegleiðing um flogfenaðhald í kommununi. Faldarin verður sendur í hvønn postkassa í kommununi, umframt at hann eisni er tøkur á kommunuskrivstovuni og her á heimasíðuni.

Um borgarar hava spurningar ella ivamál, so kunnu teir venda sær til kommunuskrivstovuna.

Search by