Ráðharravitjan í Eysturkommunu

Danski ráðharrin í eldramálum, Thyra Frank, var mikudag á vitjan í Eysturkommunu. Fyrst var hon á vitjan á Giljagarði, har leiðarin í Nánd, Kristina Toftegaard, greiddi frá samstarvinum ímillum Eysturkommunu og Fuglafjarðar Kommunu, og arbeiðinum hjá Nánd. Harumframt fekk Thyra, við fylgi, rundvísing á heiminum, saman við deildarleiðaranum, Mirjam á Lakjuni.

Eftir hetta var fylgi á vitjan í Býráðshúsinum í Norðragøtu, har formaðurin í Trivnaðarnevndini, Hans Mourits Foldbo, greiddi frá arbeiðinum hjá kommununi, og vísti teimum stásiliga húsið.

  

Search by