Poula Reinert-Petersen nýggjur leiðari í Nánd

Poula Reinert-Petersen er sett sum nýggjur leiðari í Nánd, heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Hon byrjaði í starvinum tann 1. mai.

Poula er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í fakligari vegleiðing og supervisión. Harafturat hevur hon eina heilsufakliga kandidat-útbúgving frá 2012 og er í gongd við leiðsluútbúgving.

Poula hevur arbeitt nógv innan eldra- og heilsuøkið. Millum annað hevur hon verið leiðari í VEKS Eystur, ið er eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu, og seinastu 2 árini hevur hon verið leiðari á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.

Search by