Poula Eidesgaard nýggjur leiðari á Brúsa

Poula Eidesgaard er settur sum nýggjur leiðari á dagstovninum Brúsa í Leirvík. Hon byrjar í starvinum tann 20. mai og kemur fyri Jóhannu Vest, sum hevur verið leiðari á stovninum síðan 2015.

Poula er námsfrøðingur við leiðsluútbúgving, psykoterapeutur og hevur arbeitt sum leiðari í 18 ár. Seinastu árini hevur hon arbeitt sum leiðari innan dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu.

Nú kemur hon at leiða arbeiðið á dagstovninum Brúsa í Leirvík, og hon sigur seg vera spenta uppá at byrja í nýggja starvinum.

Search by