Pisufundur var á Gøtusandi í gjár fyri teimum umleið 100 pisunum av Studenta- og HF-skeiðinum á Kambsdal, ið nú eru floygdar eftir loknan lestur. Maria Jørðdal Niclasen, prestur á Viðareiði, helt gestarøðu, og Fuglafjarðar Hornorkestur setti sín dám á løtuna.
Nógv fólk, bæði avvarðandi og kenningar, var samlað á sandinum henda góðveðursdag at heiðra hesum ungu, ið eftir tógvi stríð hava gjøgnumført sínar próvtøkur. Sandurin var eisini prýddur við hópin av lesandi í føroyskum klæðum, og sjálvandi húgvuni, ið hevur sínar røtur heilt aftur til 1856 í Danmark.
Vegna HF-arar helt Rósa Olsen røðu, og Heðin Arge helt røðu fyri studentarnar. Eftir hesa hátíðarløtu er einans eftir at fáa prógvið sjálvt, og hetta verður handað á Kambsdali hósdagin kl. 13.
Sí fleiri myndir frá degnum her.
Myndir: Hanna Jensen