Pengar játtaðir til førleikastovu á Skúlaspíranum

Skúlin í Eysturkommunu fær á hvørjum árið eitt ávíst tímatal játtað frá Undirvísingarstýrinum til Førleikastovuna. Hendan játtan umfatar ikki næmingar, sum ganga í Skúlaspíranum. Tí hevur býráðið eftir áheitan frá leiðsluni á Skúlaspíranum játta pengar til at veita sama tilboð til næmingar í Skúlaspíranum.

Talan er um tímar til lesivegleiðarar, støddfrøðisvegleiðarar, orðblindalærarar, AKT/SSP-lærarar og serlærarar og hevur skúlin serútbúgvin starvsfólk til hesar uppgávur og hava sostatt servitan innan sítt økið og at arbeiða við fakligum og sosialum avbjóðingum hjá næmingum.

Talan er um 46.500 kr, sum eru játtaðir til førleikastovuna til Skúlaspíran. Meirjáttanin tekur støði í tímatali pr. næming, sum Undirvísingarstýrið brúkar.

Search by