Ókeypis skeiðstilboð fyri útlendingum

Eysturkommuna bjóðar nú útlendingum búsitandi í kommununi eitt ókeypis skeið, har tey kunnu læra meira um føroyska samfelagið og at skilja tað betur.

Skeiðini, sum eru 6 í tali, eru ókeypis og ætlað borgarum, sum eru flutt higar úr útlondum. Evnini fevna um føroyska málið, landafrøði, søgu og samtíð, familjuviðurskifti, rættindi og skyldur.
Skeiðini verða hildin í Leirvíkar skúla, og byrja longu komandi leygardag 14. november. Skeiðini eru annars hesar dagar:
  • 14. november
  • 19. november
  • 3. desember
  • 10. desember
  • 12. desember
Skeiðundirvísarar eru Rúni og Tórhild Bjarkhamar, og tú kanst melda teg til við at ringja á tlf. 273329 eftir kl. 16.00.
Search by