Nú er nýtt vevmyndatól sett upp við vatnbrunnarnar uppi á Brekkum í Leirvík. Vevmyndatólið peikar oman ímóti bygdini og norður í Djúpini.
Fleiri hava sakna at síggja vevmyndir úr kommununi, serliga fólk við tilknýti til kommununa, men búsitandi uttanlands. Við hesum ber aftur til at síggja vakra útsýnið av Brekkum í Leirvík og norður í Djúpini.
Eftir ætlan verður eitt vevmyndatól eisini sett upp í Gøtugjógv eftir páskir. Hetta vevmyndatólið kemur at peika út yvir Gøtuvík. Sostatt kanst tú síggja sólina bæði rísa og seta her á heimasíðuni.