Eysturkommuna hevur fingið nýtt vatnreinsiverk á Hagaleiti í Leirvík. Somuleiðis hevur kommunan sett upp ein vatnbrunn, ið rúmar 1300 fermetrum. Veitarin av vatnreinsiverkinum er NOMATEK og ráðgevi er Martin Leo Sp/f.
Nýggi brunnurin gevur sóttreinsað vatn til virkir úti á Vík, ið er eitt krav í samband við virkir, ið framleiða mat. Vatnbrunnurin hevur eisini nógv størri kapasitet enn gamli brunnurin, ið hevur verið brúktur.