Nýtt reinsiverk installerað í ár

Eysturkommuna hevur tey seinastu árini gjørt íløgur í drekkivatnskipanirnar, og aftur í ár er játtan til útbygging av drekkivatnskipanini. Í 2015 var bygningur bygdur uppi á Brekkum í Leirvík til nýtt reinsiverk til drekkivatnið. 


Í ár verður reinsiverkið installerað og sambært ætlanini verður arbeiðið liðugt í summar. Sáttmáli er gjørdur við Nomatek P/F og við El-teknik Sp/f uppá arbeiðstøkuna.
Search by