Nýtt graslíki lagt á vøllin í Sarpugerði

Arbeiðið við at leggja nýtt graslíki á fótbóltsvøllin í Sarpugerði er nú liðugt. Fyrsti dystur á nýggja vøllinum verður sostatt spældur um vikuskifti.

Arbeiði at leggja nýtt graslíki á vøllin hevur gingið væl og tók eina góða viku. Byrjað varð hósdagin í síðstu viku og nú er vøllurin liðugur, góðkendur av FSF og handaður Eysturkommunu. 

Tað er P/F Føroya Møblasøla sum hevur veitt vøllin, sum er av merkinum DOMO.

Umhvørvisvinarlig loysn

Tað serliga við hesum vøllinum er, at gras stráini eru longri enn á flest øðrum vøllum í Føroyum. Harafturat er samansetingin av grasstráunum gjørd soleiðis, at tey halda uppá umhvørvisvinarligu fylluna, sum er kork.

Størstu fyrimunirnir við hesum vøllinum eru, at heldur enn 60 tons av gummi/mikroplasti, verða 15 tons av Naturafyllu– kork – sum er umhvørvisvinarligt tilfar, latin í grasi.

Hin fyrimunurin er, at graslíki fylt við korki líkist meira einum natúrligum grasvølli. Hetta gevur spælarum tann fyrimun,at vøllurin við kork í allar mátar er meira natúrligur at spæla á.

Tað er sera dugnaliga týska áleggingartoymi hjá DOMO, sum so mangan fyrr hava verið í Føroyum og lagt graslíki á, sum eisini á hesum sinni hava gjørt arbeiðið í Norðragøtu.