Nýtt ferðavinnusamstarv í Leirvík

– sprettur úr verkætlan hjá kommununi

Hvønn hósdag ígjøgnum summarið bjóða Lilja Víká, sum eigur og rekur VisitHomes, og Benjamin Gøte, útbúgvin ferðaleiðari, “Gongutúrar og heimablídni”. Hetta samstarvið er sprottið úr ferðavinnuverkætlanini, ið Eysturkommuna fór undir fyrst í árinum. Henda verkætlanin leggur lunnar undir eini ferðavinnu, ið skal stimbra tey eldhugaðu, vaksa um samstørvini og gera møguleikarnar eitt sindur fleiri fyri tey, ið búgva í økinum.

Henda fyrsta hósdagin, gongutúrurin var á skrá, var eg so heppin at vera við. Dagurin byrjaði heima hjá Lilju, har vit vóru sera væl móttikin. Veðrið var frálíkt – ljóst og turt, sum tað so ofta er í Leirvík – og stemningurin var góður frá byrjan. Benjamin leiddi okkum gjøgnum bygdargøturnar, so øll, eisini tey eldru, kundu fylgja við. Vit hoyrdu barnasøgur, frásagnir um fyritøkur og virksemi í bygdini. Benjamin dugir sera væl at greiða frá, eisini fyri tey, ið ganga gøturnar fyri fyrstu ferð.

Eftir áleið tveir tímar leiddi Benjamin okkum aftur til fjálgu og hugnaligu húsini hjá Lilju, har borðreitt varð við fiskasúpan og breyði. Alt var heimagjørt – eisini smørið. Alt var sera vælsmakkandi og hóskaði seg væl aftaná ein góðan gongutúr.

Vit hugnaðu okkum óført saman, og tað var ein heilt serlig løta at hitta fólk úr ymiskum pørtum av heiminum. Nógvar vóru søgurnar, og tað var stuttligt at síggja, hvussu ómetaliga glað og takksom ferðafólkini vóru fyri hetta upplivilsi. At geva sær stundir, taka væl ímóti og fortelja søgur – tað duga Lilja og Benjamin sera væl.

Minnist til, hvussu nógv virði vit kunnu finna beint uttanfyri okkara egnu hurð! Við hugflogi og eldhuga kunnu vit saman skapa heilt serligar upplivingar – og skapa minnisríkar løtur í Eysturkommunu.

Takk fyri ein góðan gongutúr, góðan mat og eitt ríkt upplivilsi, tit bæði.

Skrivað hevur: Ruth Absalonsen, verkætlanarsamskipari í Eysturkommunu

Search by