Nýtt felag M/b Brynhild stovna

Í samband við varðveiting av FD 343 Gæsa (Brynhild) í Norðragøtu er nýtt felag “M/b Brynhild” stovna. Á stovnandi aðalfundinum vóru viðtøkur samtyktar og nevnd vald.

Endamál feagsins er:
At varðveita deksbátin FD 343 Gæsa, av fystan tíð skrásettur sum Brynhild heimahoyrandi í Norðragøtu, í so upprunaligum standi sum gjørligt og at reka bátin, so hann bæði kann verða ein partur av Gøtu fornminnissavni og eisini kann sigla útferðir, uttanlandaferðir o.líkn.

Í fyrstu nevndina, sum skipaði seg beint eftir aðalfundin, vóru vald:
Arni Petersen, formaður
Óli Jákup Tvørfoss, næstformaður
Tórhallur Thomsen, kassameistari
Tummas Jákup Thomsen, skrivari
Niklas Sofus Norðgerð nevndarlimur

Arbeiði fer nú í gongd við yvirtaka bátin frá Gøtu fornminnisfelag og at skaffa pening til felagið. Øll eru vælkomin at gerast limur í felagnum og kann hetta gerast við at siga ein av nevndarlimunum frá ella at senda ein t-post til fd554brynhild@gmail.com

Arbeitt verður uppá bátin leygarmorgnar kl 9.30-12 á keiini í Norðragøtu

 

SaveSave

Search by