Nýggjur varaskúlastjóri settur í Skúlanum í Eysturkommunu

Birgit Frederiksberg er sett í starv sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu.

Birgit tók læraraprógv í 2012 og hevur síðani starvast sum lærari í Skála skúla, har hon millum annað hevur verið KT-vørður og AKT/SSP-lærari.

Birgit hevur harumframt diplomleiðara-útbúgving frá Føroya Handilsskúla og leiðsluroyndir úr privata vinnulívinum.

Birgit byrjar eftir ætlan í nýggja starvinum 1. mai 2019.

Search by