Nýggjur tekniskur leiðari í Eysturkommunu

Andreas Andreasen, sum seinastu 10 árini hevur starvast sum tekniskur leiðari, hevur valt at fara úr starvi og taka við nýggjum avbjóðingum. Í hesum sambandi er Jógvan Ósá fyribils settur sum nýggjur leiðari á teknisku deild í Eysturkommunu.

Jógvan varð settur sum byggimálsviðgeri hjá Eysturkommunu í oktober mánað. Hann er útbúgvin byggifrøðingur við kandidat innan leiðslu og informatikk.

Jógvan tekur við sum nýggjur tekniskur leiðari um hálvan desember og røkir starvið fram til 1. juli 2018. Ætlanin er sostatt at lýsa starvið leyst at søkja í vár.

Vit takka Andreas fyri hansara góða arbeiði og ynskja honum alt tað besta framyvir.

Search by