Nýggjur mentanarpolitikkur til hoyringar

Mentanarnevndin í býráðnum í Eystkurkommunu hevur í eina tíð arbeitt við einum nýggjum mentanarpolitikki fyri kommununa. Fundir hava verið hildnir við feløg, stovnar og einstaklingar, sum dagliga skipa fyri og mynda mentanarliga virksemið og frálæruna í kommununi. Nú er tíðin komin til at hoyra, hvat borgarin hugsar.

Næstu tvær vikurnar verður hoyring av upplegginum, sum er komið burturúr tilgongdini higartil. Bæði fulla útgávan og ein stytt útgáva kunnu lesast á heimasíðuni. Síðan kunnu eysturbúgvar gera almennar ella privatar viðmerkingar við síni hugsan um mentanarøkið í kommununi, áðrenn uppleggið fer til endaliga viðgerð í býráðnum.

– Vit vilja fegin fáa so nógva afturmelding sum gjørligt, sigur Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini. Bæði kritikkur, spurningar og hugskot eru vælkomin, so okkara raðfestingar í framtíðini á bestan hátt umboða tað, ið borgarin ynskir.

Les meira um nýggja mentanarpolitikkin her!

Search by