Nýggjur kommunulækni settur í starv

Jytta Friang er sett sum nýggjur kommunulækni í Fuglafjarðar læknadømi í læknaviðtaluni í Gøtudali.

Jytta nam sær embætisprógv innan læknafrøði frá Syddansk Universitet í 2010 og hevur seinastu 5 árini starvast sum lækni á Landssjúkrahúsinum, har hon er við at vera liðug við serlækna útbúgving í almennum medisini.

Hon byrjar í starvinum tann 1. mai 2019, treytað av at hon tá hevur fingið løggilding sum serlækni í almennum medisini.

Search by