Nýggjur kikari settur upp á Leirvíksfjalli

Nýggjur kikari er settur upp á Leirvíksfjalli í vikuni. Møguleiki er m.a. at kika norður í djúpini, út á Gøtuvík og suður í hav.

Filmurin omanfyri vísir hvar kikarin stendur, umframt útsýni á Leirvíksfjalli ein góðveðursdag. Kikarin stendur tætt við bygdagøtuna millum Leirvík og Norðragøtu, og vit viðmæla fólki at nýta bygdagøtuna, um farið verður upp á Leirvíksfjall.

Sí túrin eftir bygdagøtuni á Hiking.fo.

Search by