Nýggjur ferðavinnufaldari gjørdur

Komandi mikudag, 17. juni kl. 17, verður framløga í miðhøllini í Leirvíkar skúla av nýggjum ferðavinnu-faldara um Eysturkommunu.

Í snotiliga faldaranum sæst eitt yvirlit yvir áhugaverd støð og tiltøk í kommununi – bæði fyri íbúgvar í kommununi og vitjandi.

Faldarin er prýddur við nógvum myndum og einum korti yvir kommununa, ið greiðir frá søguligum og mentanarligum støðum og hendingum so sum Blásastovu, Bønhústoft, Vaktarhúsinum, sólarkaffi, fjallagøtuni, sjórænarum, floksmonnunum og flogfarinum, ið datt niður í Syðrugøtu.

– Fleiri góð fólk í kommununi hava arbeitt við at gjørt faldaran, og hetta verður uttan iva eitt gott amboð til at vísa ferðafólki á, hvat kommunan hevur at bjóða, sigur Fríði B. Nielsen, vinnu- og mentanarsamskipari hjá Eysturkommunu.

Aftaná framløguna bjóðar Eysturkommuna til kaffi og kaku. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Search by