Nýggjur dagstovnur skal byggjast við Gøtugjógv

Í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Ósbjørn Jacobsen Arkitektar um nýbygging av dagstovnuninum Gjáa við Gøtugjógv. Talan er um eina heildarráðgeving, har Osbjørn Jacobsen Arkitektar koma at standa fyri byggiverkætlanini.

Tørvur er á fleiri dagstovnaplássum í kommununi, og tí verður ein nýggjur dagstovnur bygdur við Gøtugjógv. Talan er um nýbygging av dagstovninum Gjáa, sum skal húsa 100 børnum. Dagstovnurin Gjái hevur í dag pláss til 56 børn, so við nýggja bygninginum verður pláss til nærum dupult so nógv børn. Nýggi dagstovnurin kemur at kosta 35 mió.

Eysturkommuna skrivaði út arkitektakapping í 2017, og tað vóru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum vunnu kappingina. Nú verður so farið í gongd við at gera eitt skipanaruppskot. Ætlanin er so, at byggingin skal byrja í februar 2019, og at bygningurin verður klárur at taka í brúk á heysti 2020.

Hvussu kemur nýggi dagstovnurin at síggja út

Vinnandi uppskotið til arkitektakappingina fevndi um ein bygning í tveimum hæddum, lagdar oman á hvørja aðra við eini forskjóting. Bygningurin er lagdur inn í lendið. Vøggu-stovurnar liggja í ovara partinum og barnagarðurin í niðara partinum. Oman á bygninginum eru útirúm og parkering umframt eitt torg við stutttíðarparkering og avseting.

Bygningarnir eru bundnir saman við einum dupulthøgum rúmi, sum gongur frá ovasta enda av bygninginum til niðasta enda. Hetta rúm, ið er miðhøllin og virkisrúm, fær dagsljós inn frá báðum endum og í miðjuni.

Hesin bygningurin ger, at sum minst verður tikið burtur av lendinum, og havin við trøðum omanfyri kemur til sín fulla rætt.

Uttandura millumrúmini millum stovurnar, har vindeygu eru, binda stovurnar saman tvørtur um útipartin á ein hátt, sum skapar opinleika og økir um nýtslumøguleikar og upplivilsi. Hartil hava stovurnar góðan sólargang tað mesta av degnum.

> Les eisini: Innboðin arkitektakapping til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv

Search by