Nýggjur byggimálsviðgeri settur í starv

Hjartvard Hansen byrjaði í vikuni í starvi sum byggimálsviðgeri á teknisku deild. 29 ára gamli leirvíkingurin er útlærdur timburmaður, byggifrøðingur og er í holt við at avslutta eina kandidat í byggileiðslu og informatikk.

Starvið er fyribils sett til 1. juli í samband við at Jógvan Ósá, sum varð settur sum byggimálsviðgeri í heyst, fyribils røkir starvið sum tekniskur leiðari inntil starvið verður lýst leyst.

Arbeiðsbyrðan hjá teknisku nevnd er vaksin, síðan landið hevur lagt fleiri økir út til kommunurnar at umsita. Tí var tørvur á at seta ein byggimálsviðgera.

Uppgávurnar innibera viðgerð og avgreiðslu av innkomnum málum á tekniska økinum, verkætlanir, samskifti við borgarar og myndugleikar, skráseting o.a.

Search by