Nýggj ljós sett upp í Sarpugerði

Í lýsingini í morgun vóru hesar myndir tiknar, har ljós vóru sett upp á nýggju ljósmastrarnar í Sarpugerði í Norðragøtu. Ætlanin er at royndarkoyra nýggju ljósskipanina í dag, so skjótt verða munandi betri ljósviðurskifti á vøllinum í Sarpugerði.

Talan er um fýra 22 metrar høgar mastrar við LED lampum, sum koma at lýsa vøllin upp. Ljósstyrkin á lampunum kann lættliga stillast eftir ynski, og møguleiki er eisini at tendra og sløkkja einstakar lampur.

Tað er El-Talvuvirkið í Norðragøtu, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at seta mastrar og ljós upp.

Search by