Nýggjar kloakkleiðingar leggjast í Norðragøtu

Eysturkommuna hevur skrivað undir sáttmála við Sp/f Verkon um at leggja nýggjar kloakkleiðingar við Stallagøtu og Tróndargøtu í Norðragøtu.

Arbeiðið byrjar um hálvan august og verður liðugt í apríl 2019. Talan er um innbodna lisitatión, har Sp/f Verkon átti lægsta tilboðið á 1.953.500 kr.

Arbeiðið er partur av spillvatnsætlanini hjá Eysturkommunu, ið gongur út uppá at dagføra allar spillvatns- og kloakkleiðingar í kommununi.

Search by