Nýggja endurnýtslan opnar í dag

Nýggja endurnýtslan í grótbrotinum í Norðragøtu opnar kl. 16 í dag. Samstundis letur gamla bingjuplássið á kaiini í Leirvík aftur.

Bingjuplássið í Norðragøtu er 1500 fermetrar til støddar og er sostatt 3-4 ferðir størri enn tað gamla. Talan er um munandi betur skipaðar umstøður, ið ger tað nemmari hjá borgarum at sleppa av við sítt burturkast. Vakmyndatól er eisini sett upp fyri at tryggja, at nýggju karmarnir vera væl viðfarnir.
Endurnýtslan í Norðragøtu er opið er týsdag-leygardag kl. 16.00-18.00. 
Í samband við at nýggja endurnýtslan opnar, er ein endurnýtslufaldari sendur til øll húsarhald í kommununi. Faldarin greiðir frá hvussu burturkast skal skiljast og hvar tað skal burturbeinast.
Heitt verður á allar borgarar um at lesa ígjøgnum stutta faldaran, so vit øll gerast betur at endurnýta og ansa betur eftir okkara umhvørvi.
Search by