Nýggj stuðulsreglugerð til mentanar- og frítíðarvirksemi

Eysturkommuna hevur fingið nýggja stuðulsreglugerð til mentanar- og frítíðarvirksemi. Hendan reglugerðin kemur ístaðin fyri tað gomlu reglugerðina um stuðul til frítíðarvirksemi.


Fleiri broytingar eru í nýggju reglugerðini, m.a. at tað nú verða tvær umsóknarfreistir árliga, 1. februar og 1. september. Vanligt oyðublað skal brúkast til umsóknina og tað skal sendast til stuðul@eystur.fo.

Tak oyðublaðið niður her.

Hevur tú spurningar um nýggju stuðulsreglugerðina, er tú vælkomin at seta teg í samband við Fríða B. Nielsen, vinnu- og mentanarsamskipara, á tlf. 73 00 28 ella fridi@eystur.fo.

Search by