Sheena Mae S. Mørkøre

Nýggj matstova í Eysturkommunu

Leygardagin 1. november lat nýggja matstovan Ibañez Delight upp við Gøtugjógv. Tað er Sheena Mae S. Mørkøre, sum eigur og rekur matstovuna, ið heldur til í somu hølum, sum Brimborg áður hevur brúkt.

Matstovan bjóðar buffet við ymiskum filipinskum rættum, vælegnað til bæði børn og vaksin. Undirtøkan hevur verið sera stór, og tí mátti matstovan steingja áðrenn tíð á upplatingardegnum, tí ongin matur var eftir. Sheena valdi síðani at steingja matstovuna í tveir dagar fyri at fáa keypt nokk av vøru inn, og fyri at fáa fleiri starvsfólk at hjálpa sær.

Fyri Sheenu hevur tað verið ein dreymur í fleiri ár, at lata upp sína egnu matstovu og nú bar til at gera dreymin til veruleika. Hon leggur dent á, at staðsetingin er sera góð, tí Gøtugjógv liggur sentralt og nógv ferðsla ferðast framvið dagliga. Eisini eru hølis- og parkeringsviðurskiftini sera góð.

Ibañez Delight er opið hvønn dag frá kl. 11.30 til 20.00.

Her finnur tú teirra Facebook síðu.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir av matstovuni.

Search by