Nýggj heimasíða fyri frítíðarsiglarar

Nýstovnaða bátafelagið, Kongshavnar frítíðarsiglarar, fingu stutt síðan nýggja heimasíðu, sum kallast www.siglarar.fo.


Kongshavn er sum øllum kunnugt inni á Skálafjørðinum. Kongshavnar frítíðarsiglarar er eitt nýstovnað og virkið bátafelag, sum hevur til endamáls at skapa trivnað.

Í eina tíð hava nevndarlimirnir arbeitt við at gera eina heimasíðu til øll bátafólk at brúka. Her finnast nógvir hentir upplýsingar – veður, streymur, viðkomandi leinkjur og ikki minst vakrar myndir.

Search by