Nýggj grill við krokkvøllin í Leirvík

Á sumri 2020 tók ein bindiklubbur í Leirvík stig til at skipa fyri einum tónleika- og hugnatiltakið á krokkvøllinum í Leirvík. Tiltakið eydnaðist væl, og yvirskotið frá hesum er nú brúkt til eina grill, sum í summar varð sett upp til øll at brúka.

– Frálík borgaraintiativ sum hetta eru við til at skapa góðar umstøður og betra um trivnað í kommununi, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri. Fyriskipararnir eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri hetta ískoyti til hugnaliga økið niðri við krokkvøllin í Leirvík.

Search by