Nýggj bók útkomin um Leirvíksmálaran Jóannis Kristiansen

Hósdagin kom út ein stór og prýðilig bók um Leirvíksmálaran, Jóannis Kristiansen. Nógvir av hansara málningum eru at síggja á Báta- og listasavninum, ið hevur opið týsdag kl. 14-17 og hósdag kl. 14-16.

Jóannis Kristiansen livdi á mangan hátt í útisetu. Sum ungur maður leitaði hann til Danmarkar, har hann búsetti seg tað, ið eftir var av ævi sínari. Hann vitjaði trúfastur aftur í Føroyum næstan á hvørjum ári, og hann málaði í Leirvík aftur og aftur.

Seinastu 25 árini av lívi sínum kundi Jóannis Kristiansen liva av at mála. Hesin eyðmjúki listamaðurin var ikki rættiliga partur av nøkrum listaumhvørvi, hvørki í Danmark ella í Føroyum. Hjá Jóannisi Kristiansen vóru afturvendandi ferðirnar til heimlandið neyðugar, um hann skuldi halda fram við at mála. Við upplivingunum í viðføri hevði hann ráevnið til at mála: Løtuna, ljósið og myndevnið sum ein endurkastara.

Meira kann lesast um Leirvíksmálaranum á heimasíðuni hjá Sprotanum www.sprotin.fo.

Search by