Nýggir benkur settir upp runt í kommununi

Tveir nýggir benkur eru settir upp uppi á Brekkum í Leirvík við frálíkum útsýni yvir allan fjørðin. Líknandi benkur eru eisini settir upp á Leirvíksvegnum, á innangarðsvegnum í Norðragøtu og úti við rættina í Syðrugøtu. Fleiri líknandi benkur verða settir upp í øllum bygdunum í kommununi.

Myndirnar niðanfyri eigur Árni Jacobsen.

Search by