Nýggi borgarstjórin fingið lyklarnar

Per Martin Gregersen er nú borgarstjóri í Eysturkommunu. Fráfarni borgarstjórin, Jóhan Christiansen, handaði Per Martin lyklarnar til skrivstovuna í dag, og sostatt er hann byrjaður sítt 4 ára skeið sum borgarstjóri.

Nýggi borgarstjórin var topp-skorari til býráðsvalið í november. Tann 13. november skipaði nývalda býráðið seg so við Per Martin sum borgarstjóra og Magnus Skoralíð, ið fekk næstflestar atkvøður, sum varaborgarstjóra.

Per Martin er 31 ára gamal og er búsitandi í Norðragøtu. Hann hevur úbúgving innan marknaðarførslu og hevur seinastu árini starvast sum sølumaður. Hann er spentur til nýggja kapittulin sum borgarstjóri í Eysturkommunu, tí hjartamálini eru mong, bæði hjá borgarstjóranum og hjá øllum í nývalda býráðnum, ið eru:

  • Per Martin Gregersen, borgarstjóri
  • Magnus Skoralíð, varaborgarstjóri
  • Hjalti Dalheim
  • Petur Súni Jacobsen
  • Marjun Andreasardóttir
  • Katrin Kjartansdóttir
  • Marita Klein Joensen
  • Hanna Jensen
  • Rúni Justinussen

Nýggja býráðið skipaði seg í november, og heili 7 av 9 eru nývald í býráðnum. Fyrsti formligi býráðsfundur verður síðst í januar mánað.

Search by