Mynd: Priscilla Du Preez á Unsplash

Nú skal ungdómsráð skipast í Eysturkommunu

Á býráðsfundi hósdagin samtykti býráðið at skipa eitt ungdómsráð í Eysturkommunu. Ungdómsráðið skal mannast við einum umboði úr hvørjum skúlaflokki frá 6.-10. flokk frá Eysturkommunu. Harafturat verða tvey umboð fyri Eysturkommunu við í ráðnum – eitt úr býráðnum og eitt frá fyrisitingini.

Í Barna – og ungdómspolitikkinum hjá Eysturkommunu “Børn og ung – okkara felags ábyrgd”, sum bleiv samtyktur í juni 2018, stendur m.a. fylgjandi:

Skipast skal ungdómsráð, har børn og ung hava møguleika at greiða býráðnum frá og siga sína hugsan. Ráðið er ein hugskotsbanki, har børn og ung viðgera viðkomandi mál í samfelagnum.”

Barna- og Ungdómspolitikkur í Eysturkommunu

Næsta stig er at gera eina lýsing og arbeiðssetning fyri Ungdómsráðið, til býráðið at samtykkja.

Search by