Nú kemur fipurnet til Eysturkommunu

Nú fer NET í holt við at leggja fipurkaðal til húsarhald í Eysturkommunu. Hetta gevur møguleikar fyri fleiri ferðir skjótari interneti til húsarhald í kommununi. Byrjað verður í Norðragøtu, har arbeiði fer í gongd beinanvegin.

Eftir ætlan verður byrjað í Tórbjarnargøtu í Norðragøtu, og síðan verður arbeitt víðari við Sjúrðargøtu, Geytargøtu og Tórðargøtu. Tað eru íalt 190 innleggingar og væntast arbeiði at taka umleið 8 vikur. Talan er um kaðalveitir, har dýpið verður uml. 25 cm og breiddin uml. 5 cm. Veitin verður asfaltera aftur.

Í hesum tíðarskeiðinum er umráðandi, at fólk taka atlit til arbeiði og ikki staðseta bilar, ið kunnu forða arbeiðinum.

Fipurkaðal verður í fyrstu atløgu lagdur í Tórbjarnargøtu, Sjúrðargøtu, Geytargøtu og Tórðargøtu í Norðragøtu.

Hvat er fipurnet?

Fipurbreiðband fer at kollvelta internettøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. 

Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar og verður løgd inn til hvørt húsarhald. 

At leggja fipur inn til hvørt húsarhald er ein stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet lættari atkomuligt og lættari at umvæla.

Search by