Nógv at gera í jólaódnini

Jólaódnin er av, og sløkkiliðið í Eysturkommunu hevur havt úr at gera. Umleið 45 skaðar eru fráboðaðir í ringa veðrinum, og 13 sløkkiliðsmenn hava verið í gongd í heili 13 tímar fram til kl. 4 í morgun.

Uttan teirra innsats høvdu skaðarnir verið størri og fleiri. Vit vilja takka teimum fyri teirra stóra innsats, og at teir vildu brúka sína tíð til at hjálpa øðrum.

Search by