Ruddingardagur var í gjár, og hóast veðrið ikki var av tí allarbesta, hildu fólk sær ikki aftur. Og tá høsnarungin var farin niðurum, helt regnið uppat.
Byrjað var kl. 16.30 við høsnarunga og kips í Leirvíkar skúla og skúlanum við Gøtugjógv. Fólk møttu upp væl ílatin, men tá avtornaði varð turt og lýtt. Ung sum eldri ruddaðu um alla kommununa fyri at fríðka um okkara nærumhvørvi.
Niðanfyri eru myndir frá degnum.