Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent nýbygdu neystini við bátahylin í Leirvík umframt verkætlanina um bátahylin á Toftanesi, fjørutrappuna, framtíðar neyst-bygging og felagsøki við bátahylin á Toftanesi.
Náttúrufriðingarnevndin í Eysturoyar sýslu tók upprunaliga avgerð tann 23. september 2013 um ikki at góðkenna byggingina av neystunum, ið tá stóðu liðugt bygd.
Eftir drúgva viðgerð kom vend í málið, og nú hevur yvirfriðingarnevndin góðkent byggingina umframt framtíðarætlanirnar hjá Eysturkommunu við økinum.
Yvirfriðingarnevndini grundgevur við, at verkætlanin, sum verður gjøgnumførd í einum tætt bygdum øki, ikki er mett at hava neiliga ávirkan á umhvørvi, ella at verða til týðandi ampa fyri almenna útsýnið. Víst verður í hesum sambandi til Náttúrufriðingarlógina § 2, stk. 2, nr. 1, jf. stk. 5.
Myndir av framtíðarætlanini hjá Eysturkommunu við økinum síggjast niðanfyri.