Hóskvøldið 14. juni kl. 18.30 verður eitt netverkskvøld fyri ferðavinnuáhugaði í kommununi. Tiltakið verður í Býráðshúsinum í Norðragøtu.
Ætlanin við tiltakinum er at kunna um tað arbeiðið, sum er í gongd, og at geva áhugaðum møguleika til at koma til orðanna. Harumframt er hetta ein møguleiki hjá ferðavinnuáhugaum at koma í samband við hvønn annan.
Arbeitt verður við at menna og samskipa ferðavinnuna í kommununi, og er hetta ein liður í hesum arbeiðinum.
Theresa T. Kreutzmann frá ráðgevingafyritøkuni CommIT luttekur.
Øll áhugaði eru vælkomin.