Nánd er tænasta fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Nánd hevur trý eldrasambýlir, Vesturstovu í Fuglafirði, Gøtubrá í Norðragøtu og Giljagarð í Leirvík. Doktarahúsið í Fuglafirði er dagtilhald fyri eldri borgarar við demens. Heimahjálp og heimasjúkrarøkt verður veitt til heimabúgvandi, meðan fysio- og ergoterapi verður veitt til bæði heimabúgvandi borgarar og borgarar á eldrasambýlum.
Á eldrasambýlum eru størv innan røkt, matgerð og reingerð. Í heimatænastuni eru størv innan heimahjálp, heimasjúkrarøkt og fysio- og ergoterapi.
Møguleiki er fyri føstum starvi ella at arbeiða sum avloysari. Møguleiki er at arbeiða dag-, kvøld- og náttarvaktir – bæði gerandisdagar og vikuskiftir.
Lønar – og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Tú kanst søkja starv við at fylla teigarnar út niðanfyri ella senda eina umsókn til nand@eystur.fo.
Fleiri upplýsingar fáast við at ringja 730200