Starvsfólk á skeið í demens
Fyri at styrkja vitanina og umsorganina fyri fólki við demens hava starvsfólk hjá Nánd gjøgnumført eitt fýra daga skeið í demens. Skeiðið varð hildið í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Helvtin av starvsfólkunum var á skeið í viku 18 og hin helvtin í viku 19. Endamálið var at geva starvsfólkunum nýggjan íblástur og fleiri amboð í skjáttuna til umsorganina fyri fólki við demens.
Skeiðið bygdi á dagførda vitan, har luttakararnir fingu millum annað kunnleika um ymiskar demenssjúkur, heilivág, samskiftisamboð, persónsrættaða umsorgan, sosialnámsfrøðiligt umhvørvi og stuðul til fólk við demens, um at vera avvarðandi, um at handfara atburðar og sálarligar avbjóðingar á ein virðiligan og professionellan hátt, týdningin á lívssøgu, fulltrú og verjumál.
Nánd hevur í 2025 sjóneykuna á demensumsorgan, og var skeiðið ein partur av átøkunum at tryggja dygd, fakligan kunnleika og umsorgan í arbeiðnum við fólki við demens – til fyrimuns fyri bæði starvsfólk og borgarar, sum hava demens og avvarðandi teirra.
Sí myndir frá skeiðinum her: