Í samband við útivikuna 23. til 29. mai ynskja sambýlini hjá Nánd at vera karmur um rørslutiltak hvønn dag í vikuni frá kl. 16.00 til 17.00.
Rørslutiltakið hevur til endamáls at fáa fólk, ið hava rørsluførleika, at hjálpa eldri fólkum, ið hava skerdan rørsluførleika, at røra seg uttandura. Talan kann vera um eitt nú at ganga stutt fet í túninum, at geva stuðlandi hond til fólk við rollatori ella at trilla fólk í koyristóli. Aftaná verður ein drekkamunnur at fáa.
Yngri sum eldri borgarar í kommununum eru vælkomin at geva sína orku til búfólk á sambýlunum:
• Giljagarður í Leirvík kl. 16 – 17
• Gøtubrá í Norðragøtu kl. 16 – 17
• Vesturstovu í Fuglafirði kl. 16 – 17
Komið og gerið gerandisdagin ríkari fyri onnur og tykkum sjálvi.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Blíðar heilsanir
Nánd