Nánd hevur keypt ein buss til nýggju serflutningsskipanina, sum Nánd bjóðar borgarum í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Talan er um eitt tilboð til borgarar, har Nánd kann skipa fyri serflutningi til rørslutarnað fólk, ið eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól. Skipanin fevnir tó ikki um sjúkraflutning.
Dømi um tey, sum hava tørv á serflutningi, eru fólk sum:
Tú kanst søkja um at gera brúk av serflutningstænastuni við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00 ella við at heinta oyðublað her.
Eisini ber til hjá avvarðandi hjá rørslutarnaðum fólkum at læna bussin uttanfyri arbeiðstíð mótvegis einum gjaldi á kr. 200,-, umframt kr. 1,- pr. km, ið koyrt verður. Les meira um hendan møguleika her.