Nánd heimatænastan søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi

Ein av okkara heimasjúkrarøktarfrøðingum fer frá fyri aldur og er tí eitt starv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur hjá Nánd í starvsbrøki 0,6 leyst at søkja frá 1.desember 2024 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og tilkallivaktum á nátt. 

Hevur tú áhuga í at veita dygdargóða tænastu til borgarar í egnum heimi, so er tað møguliga tær, vit søkja eftir. 

Heimasjúkrarøktarfrøðingar halda til í Miðstøðini í Leirvík saman við heilsurøktarum, heilsuhjálparum, hjálparfólkum og fysio- og ergoterapeutum, sum øll luttaka í endurmennandi toyminum.

Nánd veitir heimasjúkrarøkt til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu og leggur dent á, at tú hevur :

  • Áhuga og hegni í at veita heimabúgvandi borgarum sjúkrarøkt, endurmenning og heilsustimbran 
  • Góð evnir at samstarva og til nýhugsan
  • Jaligan hugburð, eisini til broytingar
  • Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott tvørfakligt samstarv

Starvsetan og løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Hansen, deildarleiðara á tlf. 730 212

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, cv  v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo í seinasta lagi 14.oktober 2024 kl. 12. 

Search by