Ása Davidsen

Nánd: Ása Davidsen sett sum nýggjur deildarleiðari

Nánd hevur sett Ásu Davidsen í starvið sum deildarleiðari á Miðstøðini í Leirvík. Miðstøðin veitir heima- og sjúkrarøkt til borgara í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, umframt endurvenjing til borgara 67 ár og eldri.

Ása Davidsen er ættað úr Nólsoy, hevur útbúgving og hollar starvsroyndir innan sjúkrarøktarfrøði og leiðslu, og hon byrjar í starvinum tann 1. juni 2019.

Search by