Myndir frá Regatta í Leirvík

Veðrið sá ikki lovandi út tíðliga leygardagin, men tá Regattaflotin stevndi inn um brimgarðarnar í Leirvík kl. 19, var blikalogn og sólin hevði hug at kaga fram.

Restina av kvøldinum var veðrið av tí allarbesta, og bæði børn og vaksin hugnaðu sær niðri á kaiøkinum. Myndirnar niðanfyri tala fyri seg.

Search by