Myndir: Hendingaríkur leygardagur í Eysturkommunu

Leygardagin var Tróndardagur í Norðragøtu og Summartorg í Leirvík. Hóast veðrið ikki var heilt til vildar, hildu fólk sær ikki aftur frá at uppliva forvitnisligu skránna, ið vísti hvussu nógv skapandi virksemi fer fram í Eysturkommunu. 

Summartorg

Lávusarhús í Leirvík skipaði fyri Summartorgið, har ymiskt forkunnugt og heimagjørt var til sølu. Ígjøgnum dagin vitjaðu eini 100 fólk. 

Lávusarhús er sølustað fyri handvirkaðari vøru hjá skapandi eysturbúgvum – so talan er um lokala vøra. Hesuferð var so eitt størri úrval enn vanligt, eisini við heimagjørdari matvøru so sum karameliserað popcorn, pesto, hummus, rabarbusirop, rabarbushutney, rómabollar, bollar og breyð, snickersbitar, dallur í marsipansveipi, garnatálg, vaniljukransar. Eisini var møguleiki at keypa sær kaffi, kaku og annað gott. 

Fyriskipararnir í Lávusarhúsi siga, at ætlanin er at hava eitt Summartorg afturat tann 18. juli. 

Tróndardagur

Í gamla býlinginum í Norðragøtu varð skipað fyri Tróndardegi. Eisini vitjaðu nógv fólk – bæði lokal og avbygdafólk. Skráin var fjølbroytt við eitt nú sangframførslum frá Hallur Joensen, Tórshavnar Manskóri og Eystanljóð. 

Eisini her var borðreitt við nógvum kreativum og lokalt-framleiddum vørum. Á sølutorginum kundu gestir keypa heimagjørdar troyggjur og bundnavørur, saltfisk, Sædis glas, taravørur, myndaplakatir, barnabøkur, gourmet hotdogs, lampur úr fiskaskræðu, smúkkur, bundnar lappar, føroyskar húgvur, sloyfur o.a. 

Nýggja Kaffi Pershús, ið lat upp hendan dagin, var eisini væl umtókt. Møguleiki var at keypa kaffi og vafflur í einum hugnaligum og gomlum føroyskum húsum. Kaffihúsið verður eftir ætlan opið til serlig tiltøk, siga fyriskipararnir. 

Listaframsýning var eisini í Glyvrahanusarhúsi, har Tummas Jákup Thomsen og Erla H. Olsen vístu fram sína list. Møguleiki var eisini at fáa eina rundvísing inni á savninum í Blásastovu.

Myndirnar niðanfyri hevur Kristfríð Tyril tikið.

Search by