Myndir frá Vinnudegnum

Eini 50 fólk vóru í Bovling seinnapartin í gjár til árliga vinnudagin í Eysturkommunu. Fleiri áhugaverdir fyrilestrar vóru á skránni, umframt at okkurt gott var til matna.

Fyrrapartin var bjóðað til søluskeið við Jens Poulsen úr donsku ráðgevarafyritøkuni Navitas. Skeiðið var meira enn fullteknað við 28 fólkum, ið lærdu um, hvussu tey kunnu fáa meira burturúr sínum virksemi.

Alt tiltakið var ókeypis. Skráin fyri dagin kann lesast her.

Search by