Í gjár lat forkunnuga framsýningin í Gamla skúla í Leirvík upp.
Astrid Johannesen, mentanar- og ferðavinnuleiðari, bjóðaði vælkomin, og síðani helt Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, røðu. Eftir hetta framførdi Kári Sverrisson nøkur løg.
Hákun Andreasen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, greiddi frá útgrevstrinum á Toftanesi, meðan Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini, at enda segði nøkur orð.
Myndirnar vísa løtur frá setanini, framsýningina og víkingarnar, sum skipa fyri ymiskum aktivitetum til gestirnar alt vikuskiftið.
Øll eru framvegis vælkomin at vitja framsýningina og vera við til tiltøkini, sum eru á skránni.

Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini, helt røðu, sum kann lesast niðanfyri.
Fornlutir aftur í Leirvík aftan á 40 ár
Vit standa í dag við Gamla Skúla, og nú høvið og evni okkara í dag er søgan
her í Leirvík, soleiðis sum hon kann setast fram grundað á teir fornlutir, sum
eru funnir í útgrevstrinum á Toftanesi í nítjanhundrað-og-áttatiárunum, so
vil eg bert nevna, at eg gleðist um, at eisini tann nýggjara søgan hevur fingið
eitt sindur av rúmd, t.d. skúlasøgan í bygdini, í og við at Bygdasavnið Gamli
Skúli tók stig til at varðveita hetta hús, har framsýningin er, tann gamla
skúlan, sum eisini hevur verið brúktur sum losja og sum savningarstað hjá
Luthersku Missiónini í bygdini okkurt skeið, til skótafundir eins og til
rútmiskan tónleik: venjing og konsertir ella dans.
Skúlin fekk seinni onnur høli longur niðri og miðskeiðis í bygdini:
skúlabygningin frá 1929, sum vit fyri kortum hava tikið niður, tí vit út-og
umbyggja skúlan í Leirvík. Seinni eisini ein bygning og ítróttahøll í 1961, sum
eisini eru niðirtiknir í sambandi við nevndu um- og útbýgging, So kom enn
ein bygningur og svimjihøll í 1982 og uppaftur ein í 2011. Hetta sigur nakað
um, hvussu bygdin mennist, og at tíbetur hava vit tørv á at menna
karmarnar um skúlagongdina.
…
Í hesum skúlanum, har framsýning letur upp í dag, gingu omma og abbi mín
í Leirvík, og omma elskaði at fortelja um, tá hon møtti tveimum smágentum
í bygdini, sum gingu í skúla har niðri, antin í 1961 bygninginum, og sum hon
fall í prát við. Og tá prátið so kom inn á ommusa skúlagongd, so vóru tær
púra forfardar, tá hon fortaldi teimum, at hon hevði gingið í skúla her uppi –
gamli skúli hevur tá verið í ringum standi – og niðurstøðan, sum hon siteraði
genturnar fyri var: “So manst tú vera nakað býtt”, hvør skal siga: hvat gott
kann koma úr hasum bygninginum?
Men her standa vit, og tíbetur eydnaðist at fáa sett Gamla Skúla væl í stand
til at vera partur av søguforteljingini í bygdini, til at hýsa fornlutum og
soleiðis at gagna mentanarlívinum í Leirvík, í Eysturkommunu og í øllum
landinum. Her skal Bygdasavninum Gamli Skúli fáa eina tøkk, eins og
Sakaris Guldbro, sum vegna Eysturkommunu hevur hjúklað um
ístandsetingina. Og nú vit loksins fingu ein vesibygning settan afturat, so
eru góðar umstøður til alskyns virksemi her.
…
Tað er mær ein stór gleði sum forkvinna í Mentanarnevndini í
Eysturkommunu, at vit eru komin hertil, at vit í dag lata upp eina so
forkunnuga framsýning. Og eg skal fyrst takka mínum starvsfeløgum í
Eysturkommunu býráði, bæði teimum, sum hava sitið undanfarnar setur, og
teimum, sum sita nú, fyri ta vælvild, sum vit hava verið samd um at geva
mentanarøkinum, og í hesum førinum savnsøkinum. At vit hava kunnað sett
pening av til at fyrireika karmar og at seta fólk til at arbeiða við økinum. Og
her vil eg serliga takka okkara mentanar- og ferðavinnusamskipara og
nevndarskrivara, Astrid T. Johannesen, sum veruliga hevur loftað hesum
ynskinum hjá bygdafólkinum og býráðnum um, at fáa gjørt meira við tað
fornfrøðiliga í bygdunum. Takk fyri ágrýtni og dugnasemi, Astrid, nú vit eru
komin hertil, at lutir frá í dag verða sýndir fram í bygdini.
Og eg skal takka Tjóðsavninum og øllum tykkum ávísu har, sum hava verið
partur av arbeiðinum, fyri samstarvið at fáa hetta í lag saman við okkum.
…
Eg flutti til Leirvíkar sum 10 ára gomul í 1984, og kom tí til bygdina at vera
fast mitt í tíðarskeiðnum, tá útgrevstrinum fór fram á Toftanesi sumrini frá
1982 til 1987. Slíkt myndar eina bygd, og eg minnist, hvussu áhugavert tað
var at síggja og hoyra um. Og eg kann játta og vátta tað, sum ferðandi
fransktmaðurin segði við meg í gjár, at føroyingar eru sera áhugaðir í síni
søgu. Eg merki á serstakan hátt, at fólkið í Leirvík er sera tilvitað um, at her
hevur forn búseting verið. Vit eru ein gomul bygd, og her er mangt og hvat
livað og upplivað, av góðum og tyngri hendingum. Í september í fjør var
minningarhald um ta sváru tíðina, tá Pokurnar gingu í Leirvík fyri 300 árum
síðani, summarið í 1725.
Tilvitið hjá okkum uppvaksandi børnum her mentist sjálvsagt eisini av, at
Bønhústoftin lá mitt omanfyri táverandi bygd, og sum nú er umgyrd av
nýggjum útstykkingum, sum taka seg niðan undir Brekkuna; ein sonn frøi.
Og eisini her hevur gott samstarv tíbetur verið við Tjóðsavnið um at fáa
Bønhústoftina meira atkomiliga og miðlaða, so bygdafólkið og gestirnir
kunnu fáa ein størri lut í, hvat tað er fyri søga, sum vit eru umgyrd av og
sprottin úr.
Til ta nýggjaru bygdasøguna hoyrir eisini, at Limmilundin fyllir 50 ár í ár, og tí
verður hátíðarhald har týsdagin 9. Juni kl.17.
…
Í dag fegnast vit um, at kunna sýna fram eini 15 lutir, sum sýna ein part av
lívinum í og kring hendan bóndagarðin, hetta langhúsið frá umleið ár 900,
við trimum úthúsum, sum vit í dag kunnu vitja toftirnar eftir á Toftanesi.
Summir av hesum lutunum hava ongantíð verið sýndir fram fyrr, tí eini 3000
lutir vórðu funnir hasi útgrevstrarárini í 1980’unum. Og plássið á søvnum er
avmarkað. Onkur lutur á framsýningini er eftirmynd (replika), tí luturin er ov
viðbrekin at sýna fram. Og hetta er fyrstu ferð í eini 40 ár, at fleiri av hesum
lutum eru aftur í Leirvík.
Eg havi verið so sera inspirerað av brosjuni, sum er málað upp á veggin í
fyrrverandi kommunuskrivstovuni hjá Leirvíkar kommunu, og sum tí í dag er
á vegginum í okkara Frítíðarheimi á Gásamýri. Ein mynd av brosjuni, sum
varð funnin á Toftanesi.
Brosjur eru ómetaliga vakurt og nyttugt prýði, og tær siga okkum okkurt um,
hvat fyri sambond vóru millum lond, t.d. við sínum sniði og listprýði. Tí er
tað ein gleði, at tað til framsýningina eru framleiddar nakrar brosjur gjørdar
eftir hesum dýrabæra prýði tjóð okkara, sum varð funnið her fyri umleið 40
árum síðani, sum kvinna, ið búði í Leirvík í Víkingaøld – ella fleiri kvinnur –
hava brúkt. Ein slíkur lutur fær okkum at droyma aftur til teirra. Hvussu var
teirra lív? Hvaðani vóru tær ættaðar? Var tað líka deiligt at búgva í Leirvík
tá? “…tá í sólin aftur kagar inn á Toftanes og ljósið aftur glitrandi sæst yvir
Skarvafles..” (Leirvík, eftir Jórun Joensen, úr 3. ørindi). Nær komu tey fyrstu
higar? Hava vit funnið nóg mikið av tí, sum fjalist í døkku moldini, vit liva
omaná?
Hvussu mundi tað vera, tá leikað varð í talvi, sum vit jú vita ígjøgnum tveir av
funnu lutunum, at tey hava gjørt. Menniskjan arbeiddi, nørdist, át, spældi,
prýddi seg og alt annað, eins og vit gera í dag.
Fornminnini bera okkum so stórt ríkidømi, innihald, tilvit og albúgving, og
tað er av alstórum týdningi, at vit halda fram av finna fornlutir ígjøgnum
forngrevstur, at byggja karmar at goyma og sýna teir fram og ikki minst nýta
orku og pening til at miðla hesa søgu og vitan til tey vaksandi ættarliðini og
soleiðis stimbra og menna okkum sum fólk.
Og eg skal enda mína røðu við at sitera 6. ørindi úr yrkingini um Leirvík, sum
Jórun Joensen yrkti, og sum bróðurin Óla Jákup Joensen og kona hansara
Ingun Joensen, sálu, gjørdu eitt gott lag til og sungu og spældu so inniliga
vakurt:
“Vit vita at teir gomlu tíðliga bygdu hetta stað,
Og øldirnar tær runnu, men her er við sama lag
ein bygd við Leirvíksfjørðin, enn trívist fólkið her,
Leirvík alt árið.”
Við hesum orðum skal eg lýsa framsýningina setta og latna upp fyri
almenninginum.
Leirvík, hin 5. juni í 2026
Hanna Jensen
Forkvinna í Mentanarnevndini í Eysturkommunu